Nysgjerrigper 4/2013 sent øllum skúlum

Fjórða og seinasta útgávan í 2013 av norska vísindablaðnum fyri børn, Nysgjerrigper, er júst komin.

Fjórða og seinasta útgávan í 2013 av norska vísindablaðnum fyri børn, Nysgjerrigper, er júst komin.

Temaið hesaferð er um kykt. Her eru flottar nærmyndir av  vespum, bananflugum, meyrum og mýggjabitum. Eisini eru greinir um, hvussu hundar hugsa og um hvussu tað er at hava systkin við menningartarni .

Sum vant eru plakatir, spurningar, uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum. 
Granskingarráðið sendir Nysgjerrigper blaðið til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum.