Nýsetti B36 venjarin er spentur

Nýsetti B36 venjarin er spentur upp á nýggju uppgávuna.

Í longri tíð varð gitað, og í gjár varð tað endaliga kunngjørt. Nýggi venjarin fyri besta liðið hjá B36 eitur Eyðun Klakstein.

 

Eyðun hevur seinasta hálvaannað árið verið venjari hjá Effo-liðnum hjá KÍ, umframt at hann hevur eisini roynt seg sum U19-landsliðsvenjari. Nú verður tað fyrsta ferðin, at hann venur annað føroyskt felag enn KÍ, tá ið hann tekur við starvinum sum venjari í B36.

 

Les eisini: Klakstein skal venja B36

 

Eyðun Klakstein sigur tað vera eina øðrvísi uppgávu at fara frá einum KÍ liði, sum lá í miðjuni á stigatalvuni til eitt lið, sum farna kappingarár vann FM heiti.

 

- Nú vann B36 FM í ár, men vit skulu minnast til, at 2014 skjótt er av og í 2015 er liðugt at feira meistaraheiti. Nú skulu vit byrja av nýggjum, sigur Eyðun Klakstein

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við nýggja B36 venjaran