Nyrup vil bjarga heiminum

Poul Nyrup Rasmussen hevur í tíðini, síðani hann fór frá sum forsætisráðharri, arbeitt við teimum stóru globalu málunum, og abbasonurin hjá honum hevur stórar tankar um tað Mikumorgunin hevði morgunsendingin á Rás 2 samrøðu við Poul Nyrup Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharra í Danmark. Nyrup var millum annað spurdur um, hvat hann hevur tikist við, síðani hann fór frá sum forsætisráðharri í Danmark í 2001.

- Tíðin, síðani eg gavst sum forsætisráðharri, hevur verið fantastisk. Eg havi fyrst og fremst tikið stig til Global Progressive Forum. Tað er eitt samtak fyri vælgerandi felagsskapir og onnur, sum arbeiða fyri at fáa ein meira rættvísan heim, og sum vilja virka fyri búskaparligari framgongd í teimum fátøku londunum kring heimin, sigur Nyrup.

- Seinastu trý árini havi eg sum limur í Europaparlamentinum eisini verið formaður fyri javnaðarflokkarnar í Europa, og tað er eitt samstarv, sum skal skunda undir samstarv tvørtur um landamørk. Eg havi eisini skrivað nakrar bøkur ? eina um nýggja sosiala Europa og hendan seinast um kasinobúskap, sum er eitt vandamál fyri vælferðarsamfelagið, segði Nyrup og rundaði av við hesum orðum:

- Sum abbasonurin hjá mær sigur, tá ið tey vaksnu spyrja hann: Hvar er Poul Nyrup? Hann er úti og bjargar heiminum, og tað er vist eisini rætt.