Nyrup væntar samráðingar í heyst

Á fundi við donsku Føroya-nevndina mikudagin gjørdi danski forsætisráðharrin greitt, at hann er sinnaður at halda fram at samráðast við landsstýrið um fullveldi

John Johannessen


Danska stjórnin er sinnað at halda fram at samráðast við føroyingar um fullveldi. Men skiftistíðin verður ikki longri enn fýra ár.

Hetta gjørdi danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, sambært tíðindastovuni Ritzau greitt, tá hann mikudagin kunnaði Føroya-nevnd fólkatingsins um seinasta samráðingarfundin, ið varð hildin 15. juni.

Poul Nyrup Rasmussen staðfesti eisini enn einaferð, at hann ikki metir tað vera neyðugt at seta ein felags bólk av embætismonnum at meta um neyðugu longdina av búskaparligu skiftistíðini.

? Vit síggja onga serliga orsøk fyri at seta ein slíkan bólk. Hetta er ikki ein spurningur, man bara kann seta serfrøðingar at loysa. Ein rúgva av búskaparfrøðingum hava - eins og stjórnin - sagt, at fýra ár eru nóg mikið til, at føroyska samfelagið kann bera seg, segði Poul Nyrup Rasmussen eftir fundin.

Danski forsætisráðharrin vísti tó á, at stjórnin í løtuni kannar lógartøkninligu og verkligu avleiðingarnar av einum serligum føroyskum ríkisborgararætti og hvussu eitt gjaldoyrasamstarv millum Føroyar og Danmark skal skipast. Hetta arbeiðið skal vera klárt áðrenn fundin í heyst.