Eins og í Føroyum eru í Danmark í løtuni fyrireikingar til samráðingar um støðu Føroya í danska ríkinum.
Danir leggja stóra orku í at kunna seg um tað, sum fyriferst í Føroyum í løtuni, og áhugin er stórur fyri tí tilfari, føroysku fjølmiðlarnir finna fram um uppritið, landsstýrið hevur latið uttanlandsnevndini til viðgerðar.
Men danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, vil als einki siga um tað, sum fyriferst í Føroyum í løtuni. Hann er eins fámæltur, sum føroysku politikararnir eru í løtuni, tá tosað verður um samráðingarnar um ríkisrættarligu støðuna.
Poul Nyrup Rasmussen vil heldur einki siga um, hvussu danir fyrireika seg til samráðingarnar, men sum skilst, eru fyrireikingarnar farnar í gongd.