Nyrup slikkar sárini

Poul Nyrup Rasmussen satsaði og tapti stórt. Valið gjørdist ein svíðandi ósigur hjá stjórnarflokkinum. ? Men vit koma aftur, segði fráfarandi forsætisráðharrin.

Fólkatingsval

 

 

 

Líka so gott sum lagið var á ferjuni Sjælland, har Vinstra helt til, líka ringt var lagið í gamla Landstingssalinum á Christiansborg. Í hølunum hjá Socialdemokratunum drukku tey gravøl í staðin fyri sjampagnu.

 

Har var einki at hátíðarhalda. Sosialdemokratiski flokkurin fekk ringasta valið síðani 1988, og eftir níggju ár inni á heitu stjórnarskrivstovunum noyðist flokkurin nú út í andstøðukuldan. Nyrup hevði trupult við at halda tárunum aftur, tá hann mátti ásanna, at flokkurin hevði fingið ein dyggan frammaná.

 

 

 

Mistók seg

 

Nyrup vónaði at fáa gagn av viðrákinum í veljarakanningunum, tá hann skrivaði út valið. Danmark hevur havt rúkandi framgongd seinastu mongu árini og er í dag eitt samfelag, sum telist millum tey ríkastu í heiminum. Nyrup vónaði, at veljarin enn einaferð fór at løna stjórnini fyri førda politikkin.

 

Men hann mistók seg. Veljarin var troyttur av Nyrup og vildi síggja nýggj andlit og royna eina nýggja stjórn. So skjótt, Nyrup hevði skrivað út val, byrjaði flokkurin at klára seg illa í veljarakanningunum. Og hann kom ongantíð fyri seg aftur.

 

Valstríðið gekk illa, og tað eydnaðist ongantíð Nyrup at varpa ljós á allar trupulleikarnar, sum stjórnin veruliga hevur loyst og at koma við góðum boðum um loysnir á trupulleikum, sum enn ikki eru loystir. Andstøðan átti valstríðið og gjørdi av, hvørji evni skuldu á dagsskránna. Høvuðsevnið hjá andstøðuni var útlendingapolitikkur, og her stóð Sosialdemokratiski flokkurin seg ikki væl

 

Socialdemokratiski flokkurin gjørdi eina roynd at sannføra veljararnar um sín útlendingapolitikk men hetta miseydnaðist. Eftir hetta lá vegurin inn í Forsætisráðið opin hjá Anders Fogh Rasmussen og Vinstra, sum eisini førdu seg fram við at lova størri vælferð enn stjórnarflokkarnir kundu bjóða.

 

 

 

Fer ikki frá

 

Poul Nyrup Rasmussen var týðiliga vónbrotin av valúrslitinum, tá hann helt røðu fyri floksfeløgunum á midnátt týskvøldið.

 

- Í einum flokki eru tað eins og í lívinum upp- og niðurtúrar, sorg og gleði. Soleiðis er politikkur, soleiðis er lívið, segði floksformaðurin, sum sjálvur varðveitti fólkatingssessin men mátti siga farvæl við 11 av floksfeløgunum í Fólkatinginum.

 

Har verður Poul Nyrup Rasmussen í øllum førum sitandi til næsta val, men spurningurin er, hvussu leingi hann verður sitandi í formanssessinum í flokkinum. Sjálvur lat hann ongan iva vera um, at hann heldur fram.

 

- Skuldi nakar spurt meg, um eg haldi fram sum formaður, so kann eg vátta, at svarið er eitt rungandi ja. Minst til: Vit koma aftur, segði formaðurin.

 

Men socialdemokratarnir vóru ikki meira enn lidnir at syngja slagsangin, tá ið fólk í krókunum byrjaðu at tosa um, hvør skal avloysa Poul Nyrup Rasmussen.

 

Nógvir eygleiðarar rokna ikki við, at hann fer at standa á odda fyri flokkunum, tá ið Fólkatingsval aftur er í hondum.