Poul Nyrup Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri, er farin undir at skriva endurminningar um síni barnaár í Esbjerg.
? Eg ætli mær at siga frá ættini, uppvøkstrinum og ungdómsárunum umframt fólkinum og livikorunum í Esbjerg tá í tíðini, soleiðis sum eg minnist hetta, sigur Poul Nyrup Rasmussen.
Men hetta verða ikki hansara einastu endurminningar. Hann ætlar sær eisini at skriva um árini í Keypmannahavn og tað politiska arbeiðið har. Men fyribils snýr tað seg um barna- og ungdómsárini, og tann bókin kemur eftir ætlanini út einaferð í heyst. Nær hitt kemur, er ikki avgjørt enn, sigur høvundurin.