Tað kom mongum dátt við, tá Poul Nyrup Rasmussen brádliga skrivaði út fólkatingsval í gjár. Roknað varð ikki við, at hetta fór at henda enn - serliga eftir drúgva kjakið í fólkatinginum um føroyska bankamálið.
? Eg trúgvi uppá, at tað millum flokkarnar á fólkatingi er vilji til at samstarva, men neyvan longur hesumegin valið, segði Poul Nyrup Rasmussen, tá hann skrivaði út valið fyri at sleppa undan einum slítandi valstríði í 5-6 mánaðir, sum hann málbar seg.
Forsætisráðharrin legði dent á, at fólkaatkvøðan um ES-sáttmálan, ella Amsterdamsáttmálan, sum hann vanliga verður nevndur, og víðari politiska arbeiðið skal fara fram í eini atmosferu, sum er merkt av friði og stabiliteti, sum gerst veruleiki, tá valið er av, segði forsætisráðharrin í Fólkatinginum í gjár.
Formaðurin í danska Vinstraflokkinum, Uffe Elleman-Jensen, royndi at fella stjórnina fyri bankamálið, men heldur ikki hann vildi hava fólkatingsval í vár - í øllum førum ikki fyri fólkaatkvøðuna um Amsterdamsáttmálan, sum verður 28. mai.
Tí var ikki væntandi, at valið fór at verða skrivað út enn. Annars er vanligt í Danmark, at val verður útsrkivað í ótíð. Seinastu 30 árini hevur fólkatingið ongantíð sitið eitt heilt valskeið. Kortini hevur fólkatingið tvey tey seinastu skeiðini sitið í meira enn trý ár.
Øll sjeytiárini var val til fólkatingið annaðhvørt ár: 71, 73, 75, 77, 79. Í desember 1981 var aftur fólkatingsval, og sat hetta tingið fram til januar 1984. Síðani var aftur val í 1987, í 1988 og aftur í desember 1990. Nú sat fólkatingið í út við fýra ár - og varð val skrivað út aftur at vera í september 1994. Og nú, hálvtfjórða ár seinni, er aftur val skrivað út at vera 11. mars.
Poul Nyrup Rasmussen legði dent á seks øki, sum stjórnin vildi fara vil val uppá:
? Betur samanhang millum arbeiði og familjulív
? nýggj framstig innan umhvørvi
? sunnar matvørur og djóravalferð
? pláss til øll á arbeiðsmarknaðinum
? betri sjúkrahús, bøttan fólkaskúla og útbúgvingarpolitikk
? og at enda at gera meira fyri flóttarfólk í heiminum, strangari reglur fyri ólógliga innflytan og betri integratión av flóttarfólkum, sum koma til Danmarkar.