Forsætisráðharrin kemur hendavegin í arbeiðsørindum í døgunum 10. - 14. september í ár.
Tá samráðingarnar vóru millum Landsstýrið og donsku stjórnina 10, juni, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður við Sosialin, at hann i nevnt fyri forsætisráðharranum, at innbjóðingin at koma á almenna vitjan í Føroyum, stóð við, hóast nýtt Landsstýrið var komið til í Tinganesi.
Henda innbjóðing stóð upprunaliga Nyrup Rasmussen í boði í seinasta valskeiðnum, men orsakað av ósemjuni millum londini bæði, varð vitjanin av ongum.
Í stuttum tíðinaskrivi úr forsætisráðnum verður annars upplýst, at talan er um víðkaða arbeiðsvitjan, og at nærri verður upplýst um hetta, tá skráin fyri vitjanina er gjørd.