Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, er rættuliga argur inn á brævið, sum Poul Nyrup Rasmussen hósdagin sendi løgmanni. Hann heldur beinleiðis, at brævið er ein roynd at seta kílar ímillum samgonguflokkarnar í Føroyum.
Harafturat heldur Høgni Hoydal, at danski forsætisráðharrin beinleiðis stuðlar føroysku andstøðuflokkunum.
? Hann tosar beinleiðis um nýggjar skipanir innanfyri ríkisfelagsskapin og um sjálvstýrislóg, vísir Høgni Hoydal á.
Høgni Hoydal heldur, at fyrispurningarnir frá Jóannes Eidesgaard til bæði forsætisráðharran og Ríkisumboðið um sjálvstýrislógina eru liður í royndini at rógva inn aftur undir danskan statsrætt, har føroyingar eingi rættindi hava.
Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum heldur ongan iva vera um, at forsætisráðharrin roynir at sleppa sær undan tí grundarlag, sum hann longu hevur viðurkent í samráðingartilgongdini, tá hann sigur, at Føroyar fólkarættarliga og statsrættarliga verða verandi har, vit eru nú. Tí forsætisráðharrin hevur nevniliga viðurkent, at fullveldissamráðingarnar vóru á fólkarættarligum grundarlag.
Høgni Hoydal nevnir at enda møguleikan fyri, at Føroyar sjálvar boða ST frá, at vit taka fullveldi.