Fyri fyrstu ferð var fólkatingsins formaður valdur við lutakasti. Hetta hendi eftir at annar føroyski fólkatingsmaðurin, Jóannes Eidesgaard, ikki greiddi atkvøðu. Hinvegin fekk Óli Breckmann lutin sum tann avgerandi 87. atkvøðan, ið elvdi til, at neyðugt var við lutakasti.
? Men hevði Jóannes Eidesgaard ikki givið Poul Nyrup Rasmussen tilsøgn um at stuðla valinum av Birte Weiss mánadagin?
? Eg hevði givið honum eina tilsøgn, men hon gekk út upp á at royna at neutralisera Óla Breckmann. Tá tað longu mánadagin gjørdist greitt, at hetta bar ikki til, fekk Poul Nyrup Rasmussen boð um, at eg ikki kundi geva hesa tilsøgn, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur eisini, at Nyrup alla tíðina hevur vitað, at hann ikki fór at taka lut í formansvalinum, tí hann hevur alla tíðina sagt, at hann ikki fór at blanda seg í donsk innanríkisviðurskifti.
? Tá Óli Breckmann og eg ikki kundu semjast um ikki at greiða atkvøðu, so kundi eg ikki lata meg fanga á skeiva beininum - og risikera at vera tann avgerandi atkvøðan - tað hevði verið brot á míni vallyfti, sum eg nú so ofta havi víst á seinastu dagarnar.
? Eru viðurskiftini millum teg og Poul Nyrup Rasmussen nú kólnað?
? Ja, tað rokni eg bara við, sigur Jóannes Eiddsgaard. Hann sigur, at Nyrup ikki hevur tosað við hann síðani mikudagin, men eftir øllum brøgdum at døma tykist so at vera.
? Fer danski Javnaðarflokkurin ikki at halda avtaluna, sum vit gjørdu hóskvøldið í síðstu viku, so vita vit nú, hvør mótparturin er, og at vit ikki fara at fáa tað lætt við komandi samráðingunum, segði Jóannes Eidesgaard, beint áðrenn hann fór at tíðindafund, har hann fór at greiða donsku fjølmiðlunum frá tilgongdini síðani hann varð valdur á fólkating og um viðurskiftini millum danska og føroyska javnaðarflokkarnar.
Í dag fer Jóannes Eidesgaard fyri fyrstu ferð at taka orðið á fólkatingi.