Nyrup koyrdi ov skjótt

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen er tikin fyri at koyra ov skjótt, og revsingin er treytað frádøming av koyrikortinum. Tað var ein dagin fyrst í mai, at fyrrverandi forsætisráðharrin fekk boð um at steðga við Kagerup í Norðurjyllandi, tí hann hevði koyrt millum 85 og 86 kilometrar í bygdini, har hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman.

Ferðin var 72 prosent oman fyri mest loyvdu ferð og skal til nýggja koyriroynd.

Poul Nyrup Rasmusen harmast tað, sum hendi. Hann var einsamallur í bilinum, hevði ringa tíð og var óansin eina løtu, sigur hann við DR.