Nyrup heldur føðingardag saman við landsstýrinum

Danski forsætisráðharrin fyllir 57 ár í dag

Poul Nyrup Rasmussen heldur sín 57 ára føðingardag saman við føroyska landsstýrinum í dag.


Danski forsætisráðharrin varð føddur í Esbjerg 15. juni 1943, og tað ger, at hann kann halda føðingardag í dag.


Nyrup gjørdist cand. polit. á Københavns Universitet í 1971. Hann hevur verið fólkatingslimur síðani 1988.


Í 1992 gjørdist hann formaður í danska javnaðarflokkinum, eftir eina uppgerð við Svend Auken, og síðani 25. januar 1993 hevur hann verið forsætisráðharri í Danmark.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.

Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.

Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.

Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.

Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.