Nyrup fór framum á málstrikuni

Tað er langt síðani, at danir hava sæð eitt so spennandi val sum hetta. Nú valdagurin er farin aftur um bak sær út til at stjórnin hevur nóg nógvar tingmenn til at halda fram, og Poul Nyrup Rasmussen segði í formansumganginum eftir valið, at stjórnin heldur fram.

Tað er langt síðani at danir hava havt eitt valg sum hetta.


Meirilutin flutti seg aftur og fram millum flokkarnar, so hvørt sum atkvøðurnar vórðu taldar upp. Og tá avtornaði um midnáttarleitið, høvdu stjórnarflokkarnir snýkt seg fram um á sjálvari málstrikuni. Stjórnin og stuðulsflokkar hennara, SF og Eindarlistin fáa 88 tingmenn, meðan andstøðan fær 87 tingmenn.


Og tí liggur meirilutin og dandar í bylgjunum í Norðuratlantshavinum.


Danski Fólkaflokkurin buldraði inn í Fólkatingið við 13 tinglimum. Tað er tað triðstørsta tingmannatalið nakar nýggjur flokkur hevur fingið í danskari politiskari søgu. Men tað kann gerast ein sigur uttan týdning. Tí samstundis sum Vinstri-flokkurin akkurát kláraði at halda fast um sítt tingmannatal, so fingu teir Kopnservativu ein lemjandi lúsing, við eini afturgongd uppá 11 tingmenn til 16.


Konservativið formaðurin, Per Stig Møller er ikki longur umdømisvaldur tingmaður, og hann datt inn um Fólkatingsgáttina sum eykavaldur við bert fáum atkvøðufleirtali.


Tað eru nú tíggju flokkar í Fólkatinginum. Bæði Kristelig Folkeparti og Fremskridtspartiet fingu mdømisvaldar tingmenn, og sostatt eru bert 3 promillu av donsku veljarunum ikki umboðaðir í Fólkatinginum.