Nyrup fær skyldina

Donsku bløðini geva forsætisráðharranum skyldina av úrslitinum hósdagin

Tað eru ikki blíð orð, ið forsætisráðharrin fær í oddagreinunum í donsku bløðunum eftir ósigurin hósdagin. Nyrup varð vrakaður av fólkinum, skriva bløðini.

Jydske Vestkysten skrivar, at atkvøðugreiðslan í stóran mun kom at snúgva seg um trúvirðið hjá forsætisráðharranum. Og tí var tað ein taparasak frá byrjan til enda, skrivar blaðið.

Nyrup skeyt seg sjálvan í fótin á ein sovorðnan hátt, at álitið frá veljarunum er farið, skrivar Århus Stiftstidende. Informatión skrivar, at avgerðin hósdagin vísir hvussu átroðkandi tað er at fáa eitt djúptøkt kjak í lag um ES og danska leiklutin í ES, skrivar Informatión.

Berlingske Tidende samanber støðuna hósdagin við støðuna í 1992, tá ið danir somuleiðis søgdu nei.

- Høvdu Nyrup og Jelved háttað sær øðrvísi og ikki á sama hátt sum Schlüter og Uffe Ellemann í 1992, so hevði støðan verið ein onnur í dag. Tey bæði settu seg upp ímóti fólkinum, og forsætisráðharrin hevur gjørt sjálvmál, líka síðani valstríðið um evruna byrjaði, skrivar blaðið.

Flestøll onnur bløð eru samd um, at forsætisráðharrin má taka í egnan barm og síggja i eyguni, at hann og kósin hjá honum hava ábyrgdina av, at danir søgdu nei.

Eisini Aktuelt, ið annars er vinarliga sinnað mótvegis stjórnini gevur ja-síðuni ábyrgdina. Blaðið skrivar, at skal støðan nakrantíð gerast øðrvísi, so má misálitið hjá fólkinum mótvegis ES viðgerast á ein heilt annan hátt enn higartil.