Boðini úr Danmark, um at stjórnin ikki vil ganga føroyska ynskinum á møti um eina avtalu fyri blokkstuðulin næstu trý árini koma ikki óvart á løgmann.
? Tað er danska stjórnin, sum fult og heilt ger av, hvussu verður við blokkstuðulinum. Og nú velur hon, at vit bert sleppa at gera avtalu fyri eitt ár við tí endamálið, at spurningurin um framhaldandi blokkstuðulin verður drigin upp í eitt komandi føroyskt løgtingsval, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Anfinn Kallsberg vísir á, at hetta bert er enn ein partur av søguni um, at danska stjórnin ikki vil viðurkenna ætlanina hjá landsstýrinum um at gera Føroyar sjálvbjargnar.
Skuldu hava javna tilgongd
Løgmaður sigur orsøkina til, at landsstýrið bað um at fáa eina trý ára langa avtalu um blokkstuðulin vera, at landsstýrið ynskir eina javna tilgongd til ein sjálvberandi búskap.
? Við eini trý ára avtalu hevði borið til at gjørt búskaparligar útrokningar og ætlanir trý ár fram. Men við eini ætlan á eitt ár ber hetta ikki eins væl til. Tað veit danska stjórnin, og tí ger hon hetta fyri at órógva, vísir løgmaður á.
Men løgmaður óttast kortini ikki fyri, at tað ikki fer at bera til at minka blokkin fram móti einum sjálvberandi búskapi. Talan verður bert um ein praktiskan trupulleika, sum millum annað merkir, at landsstýrið skal samráðast við stjórnina um blokkin á hvørjum ári.
Ætlanirnar um at minka blokkin 300 til 400 milliónir frá 1. januar 2002 stendur við, staðfestir løgmaður.









