So kom tað endiliga, útspælið frá donsku stjórnini, sumLandsstýrið hevur bíðað ótolið eftir.
Nyrup gevur Landsstýrinum tey ráð at stevna danska statin fyri bankamálið.
Forsætisráðharrin heldur tað ikki verða ráðiligt at fara undir samráðingar meðan valstríð fer fram í Føroyum, men stevningin er eisini neyðug fyri at fáa fyrningarfreistina burtur.
Hervið fáa báðir partar góðar stundir at viðgera hetta álvarsmál á besta hátt, sigur Nyrup.
Í gjár segði Eilif Samuelsen, varaløgmaður, at tað var óverdugt fyri ríkisfelagsskapin at stevna danska statinum.
Skaðar ikki samstarvið
Tað heldur Nyrup Rasmussen ikki er nakar trupulleiki. Heldur hinvegin, sigur Nyrup í brævinum til løgmann: Slík stevning ger sítt til, at stundirnar at fáa eina skilagóða samráðingarloysn tá eru nógv betur.
Nyrup leggur annars dent á í brævinum, at talan er bert um eina formliga stevning, eftir sum hann framvegis er sinnaður at fáa málið avgreitt við samráðingum.
Danska stjórnin prioriterar málið, sum stendur millum okkum, ógvuliga høgt, sigur Nyrup Rasmussen.
Óforsvarligt
Stjórnin heldur samstundis, at tað hvørki er møguligt ella forsvarligt at fara undir samráðingarnar í so týðandi mál sum hesum, og at fáa stundir at enda tær sambært tí tíðarfreist, sum landsstýrið mælir til, sigur Nyrup Rasmussen í brævinum til Landsstýrið.