Í komandi viku verður Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um sangleikin Nykurin, ið 6B í Fuglafjarðar skúla framførir. Umframt framførslu fyri skyldfólki hóskvøldið, verður eisini høvi hjá almenninginum at uppliva leikin. 3 almennat framførslur verða fríggjadagin kl. 20:00, leygardagin kl. 16:00 og kl. 20:00.
Atgongumerki fáast við dyrnar 1 tíma áðrenn framførslurnar. Tað er Frits Johannesen, ið hevur skrivað tekstin og løgini. Marjun Djurhuus og Eyð Matras hava leikstjórnað. Tónleikarar eru Rói Eliasen klaver, Jónsvein Poulsen bass og Tórhallur Justinussen gittar. Pallsmíðið hava Eyðstein Cornette og Tórfríður Berjastein staðið fyri.