Nykøbing Falster tapti greitt í European League finaluni

Annika Fríðheim Petersen og liðfelagar hennara mugu taka til takkar við einum silvurheiðursmerki í EHF European League

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen skrivaði aftur søgu í dag, tá hon gjørdist fyrsti føroyski landsliðsleikarin at taka lut í einari evropeiskari finalu í hondbólti.

 

Men tað gjørdist ikki ein optimal uppliving hjá Anniku og liðfeløgunum, ið taptu greitt í finaluni í Final Four í Graz í Eysturríki.

 

Ikast-Herning vann greiðan 31-24 sigur á Nykøbing Falster. Í steðginum var Nykøbing Falster annars á odda 15-14. Í seinna hálvleiki gekk illa hjá Nykøbing Falster at fáa mál, og taptu tær seinna hálvleik 9-17.

 

Sum vanligt vardi Cecilie Greve málið hjá Nykøbing Falster størsta partin av dystinum, men Annika slapp tíðum inn at royna seg.

 

Ígjár vann Nykøbing Falster ein minniligan 35-33 hálvfinalusigur á týska liðnum, Dortmund aftaná longda leiktíð og brotskastskapping. Men trøini hjá Nykøbing Falster vuksu ikki inn í himmalin. 

 

Nú fara tær í Nykøbing Falster heim til Danmarkar at fokusera upp á hálvfinalurnar móti Odense í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Komandi mikukvøld tekur Odense móti Nykøbing Falster í seinasta dystinum í bólki 1 í endaspælinum. 

 

Nykøbing Falster – Ikast-Herning 24-31 (15-14) - Finalan í EHF European League

 

Nykøbing Falster : Marie Sajka 6, Elma Halilcevic 4, Alberte Madsen 3, Nikita Van Der Vliet 3, Kristina Kristiansen 3, Mia Svele 2, Sofie Olsen 2, Tyra Axner 1.

 

Ikast-Herning : Emma Cecilie Friis 11, Ingvild Bakkerud 8, Stine Skogrand 3, Emma Lindqvist 3, Sarah Iversen 2, Cecilie Brandt 2, Julie Scaglione 1, Simone Petersen 1.