Nykøbing Falster tapti 1. hálvfinaluna móti Esbjerg

Nykøbing Falster mátti lúta fyri Esbjerg á útivølli

Føroyski landsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Nykøbing Falster spældu leygardagin 1. hálvfinaluna í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Nykøbing Falster tapti 23-28 (14-16) fyri Esbjerg á útivølli.

 

Annika bjargaði 30 prosent av málroyndunum hjá mótstøðuleikarunum. Annika bjargaði tveimum av fýra brotskøstum hjá Esbjerg.

 

Nykøbing Falster hevur heimavøll í aðru hálvfinaluna, ið verður leikt komandi týskvøld.