Nýklaktir lærarar ikki brynjaðir til veruleikan

Nýggir lærarar kenna illa skúla børn ella tilfar, heldur fráfarandi skúlastjóri

 

Elsa Birgitta P. Petersen, sum í november fór frá fyri aldur sum skúlastjóri í Hvalbiar skúla, er bergsøgin í samrøðu við Skúlablaðið. Hon heldur ikki, at nýklaktir lærarar eru brynjaðir til dagsins skúla. 



- Her ger Læraraskúlin ikki sína skyldu, og tað havi eg eisini sagt við tey á Læraraskúlanum, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.


- Fyrr vístu teir ungu lærararnir á nýggjar leiðir, men nú mugu vit vísa teimum á bøkur, og hvussu samvirknu talvurnar virka. Tey kenna illa skúla, børn ella tilfar og eru ov lítið í starvsvenjing, sigur Elsa Birgitta.


- Arbeitt verður í dag so nógv við talgildum tilfari og talgildum amboðum. Tá ein er byrjað, sum eg, við skúlabók og sprittdublikatori, ja, so eru av sonnum fantastisk framstig hend, og framburðurin hevur verið stórur. Men á Læraraskúlanum læra tey lítið av hesum nýggja, og tey standa í svárari neyð, um tey ikki koma út á ein skúla, har tey fáa vegleiðing og hjálp, sigur Elsa Birgitta P. Petersen við Skúlablaðið.