Í 80’unum var Matti Nykänen kanska størsta stjørnan av øllum í finnlandi. Frá 1982 til 1989 vann hann seks HM-heiti og hópin av World Cup-kappingum í skíðlopi, men síðani hevur lagnan ikki verið serliga blíð. Fleiri ferðir er hann dømdur fyri harðskap móti konu síni, og nú er hann ákærdur fyri morðroynd móti unnustu síni. Nykänen hevur seinnu árini havt stórar rúsdrekkatrupulleikar, og tvær ferðir hevur hann sitið í fongsli.