Manchester United boðar í kvøld frá, at felagið hevur keypt ein nýggjan verjuleikara. Nýggi verjuleikarin, ið talan er um, er argentinski Marcos Rojo, ið seinastu árini hevur leikt fyri portugisiska felagið Sporting Lissabon.
Samstundis boðar felagið eisini frá, at Manchester United leikarin Luis Nani skiftir mótsattan veg gjøgnum leiguavtalu fyri restina av kappingarárinum.
Tað verður mett, at Manchester United má gjalda umleið 150 milliónir krónur fyri nýggja verjuleikarin.
Marcos Rojo er 24 ára gamal.
Les eisini: Verjuleikari nærkast Manchester United