Týska stórfelagið Bayern Munchen boðar í dag frá, at felagið hevur keypt verjuleikaran Mehdi Benatia frá AS Roma.
Bayern Munchen boðar frá, at verjuleikarin úr Marokko hevur fingið ein fimm ára sáttmála við felagið.
Bayern Munchen kunngerð ikki upphæddina fyri leikaran á heimasíðuni, men tað verður mett at Bayern Munchen má gjalda umleið 225 milliónir krónur fyri verjuleikaran.
Harvið verður Mehdi Benatia tað triðdýrasta keypið hjá Bayern Munchen nakrantíð. Tveir leikarar hava áður verið dýrari, teir eru Javi Martinez og Mario Gotze, ið báðir eru partir av núverandi hópi.










