Nýggjur venjari og spælarar til Stjørnuna

Tað verður fyrrverandi venjarin hjá felagnum, Ionel Gheorghe, sum aftur skal standa við ábyrgdini hjá besta kvinnuliðnum. Afturat nýggja venjaranum, so eru tveir nýggir spælarar komnir til felagið, skrivar Norðlýsið í dag.

 

Talan er um Onnu Mariu Ecaterinescu og Raluca Ungureanu. Ema Bezanovic, sum kom til felagið í fjør, verður ikki at síggja aftur í felagnum. Heldur ikki Lovisa Lassen verður partur av liðnum komandi kappingarár.

 

-       Vit hava sett Ionel Gheorghe sum venjara. Hann vandi okkara lið í 2011/12 og er tískil kendur í felagnum. Hann hevur so skaffað okkum Onnu Mariu Ecaterinescu, ið fyllir 30 ár í morgin og sum kann røkja bakkpláss og spæliskipara leiklutin. Styrkin hjá henni er at spæla strikuna. Afturat hesum kemur Raluca Ungureanu, ið er síðst í 20’unum, at royndarvenja og hon er ein málverji. Ionel hevur eisini víst á hana, so okkurt talar fyri, at hon fer at skriva undir seinni, sigur Kristoffur Ragnarsson við Norðlýsið.

 

Hann leggur afturat, at Una Váðklett kemur at virka sum hjálparvenjari hjá besta liðnum.