Jens á Skipagøtu er settur í starvið sum varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla.
Jens á Skipagøtu er 40 ára gamal og tók læraraprógv í 2007. Eisini hevur hann tikið Akademiútbúgving í leiðslu í 2016 umframt at hava leiðsluroyndir á privata arbeiðsmarknaðinum.
Jens á Skipagøtu hevur verið lærari í Hoyvíkar skúla eitt stutt tíðarskeið í 2007. Seinastu átta árini hevur hann starvast sum lærari í skúlanum við Løgmannabreyt.
Jens á Skipagøtu tekur við starvinum sum varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla mikudagin, sum er tann 1. mars 2017.