Í tíðindaskrivi hevur Sjúrður Knudsen í dag boðað frá, at hann gevst sum stjóri á Búnaðargrunninum við virknaði frá 1. desember.
Sjúrður hevur starvast í Búnaðargrunninum síðani 2001. Tey fyrstu árini sum fíggjarleiðari, og síðani 2005 sum stjóri.
Búnaðargrunnurin fer í næstum at lýsa stjórastarvið leyst.










