Nýggjur stjóri í NORA

Einasti altjóða felagsskapur við høvuðssæti í Føroyum, hevur fingið føroyskan stjóra.

Norðurlendska Atlantssamstarvið, NORA, boðar í dag frá, at klaksvíkingurin Ásmundur Guðjónsson verður nýggjur stjóri í felagsskapinum. Hann tekur við starvinum 1. august.

 

Talan er um ein mann við hollum royndum innan fiskiskap og sjótilfeingi. Ásmundur Guðjónsson er cand.scient. í lívfrøði frá Københavns Universitet og Fiskerihøgskolen í Tromsø, við serfrøði í fiskalívfrøði. Hann er 61 ára gamal. Seinastu 30 árini hevur hann millum annað verið deildarleiðari á heilsufrøðiligu starvsstovuni og granskingarleiðari og leiðandi fulltrúi í Fiskimálaráðnum. Frá 2004 til 2012 starvaðist hann sum ráðgevi hjá norðurlendska ráðharraráðnum í Keypmannahavn, innan fiskiskap, akvakultur og veiðu av súgdjórum, ið liva í havinum. 

 

Hann tekur við starvinum eftir Lars Thostrup, sum eftir átta ár í Føroyum nú flytir aftur til Danmarkar. 52 umsóknir vóru til starvið.