Nýggjur stjóri í Kulturkontakt Nord

Nýggi stjórin er Ole Kellgren úr Svøríki.

Kulturkontakt Nord hevur fingið nýggjan stjóra. Nýggi stjórin er Ole Kellgren úr Svøríki.

 

Hann tók við starvinum 1. februar 2016. Hann hevur m.a. royndir sum mentanarøkisleiðari í Region Vesterbotten í Umeå, og hann hevur eisini royndir frá mentanarsamstarvinum í Barentsøkinum.

 

Hann sigur seg ætla sær  at geva lista- og mentafólki í norðurlendsku londunum møguleika at hittast, og hann gleðir seg til nýggju avbjóðingina.

 

Ole Kellgren er giftur og eigur 4 børn.