Tað er í morgin, sunnudagin 7. septembur klokkan 11.00, at Theodor Eli Dam Olsen, tekur við sum sóknarprestur í nýggja suðurstreymoyar norðara prestagjaldi.
Umframt Hoyvík, eru hesar bygdirnar í prestagjaldinum: Hvitanes, Sund, Kaldbaksbotnur og Kaldbak.
Tað var á felags kirkjuráðsfundi 18. juni, at kirkjuráðini í suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, innstillaðu Theodor Eli Dam Olsen til kallið sum sóknarprest við sæti í Hoyvíkar kirkju.
Theodor Eli Dam Olsen hevur áður verið prestur í Kvívíkar kirkju.
Eftir gudstænasta verður ein drekkamunnur í kirkjukjallaranum, har høvi verður at heilsa uppá nýggja sóknarprestin.
Skrivstovan hjá sóknarprestinum verður í Hoyvíkar kirkju, Kirkjustræti 8, 188-Hoyvík, tlf.319525/237337, t-post: hoyvikar@kirkja.fo