Støðið á viðgerðini hjá giktsjúkum í Føroyum skal ikki lækka, hóast einasti serlæknin í reumatologi hevur sagt seg úr starvi. Hesum boðar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, frá, í svari til Bjørt Samuelsen, tingkvinnu.
- Vit mugu leggja okkum í seðlarnar at fáa nýggjan serlækna settan, sigur Karsten Hansen.
- Vit royna at seta tveir í føstum starvi, men inntil ein nýggjur er settur, mugu vit nýta konsulentar, sigur landsstýrismaðurin.
Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Karsten Hansen.
Les eisini Ynskir tveir giktlæknar í Føroyum










