Nýggjur serlækni í gikt á Landssjúkrahúsinum

Hann byrjar í starvinum um tríggjar vikur

 

Nú er nýggjur serlækni í gikt settur í starv á Landssjúkrahúsinum.

 

Tað váttar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Serlæknin sum var í gikt, Pero Sore, hevur sagt seg úr starvi, tí hann var ónøgdur við arbeiðsumstøðurnar.

 

Hann hevur nevnt fleiri viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag, áðrenn hann kann taka við starvinum aftur.

 

Ein høvuðstreyt var at fáa ein nøktandi sáttmála við Heilsutrygd, men tað hevur hann ikki fingið.

 

Hinvegin var eitt annað krav, at ein serlækni í gikt verður settur í starv á Landssjúkrahúsinum.

 

Og tá ið síðani hevur løgtingið játtað pening til ein giktlækna afturat, og síðani varð søkt eftir lækna.

 

Karsten Hansen sigur, at ein umsókn kom til starvið.

 

- Umsøkjarin, sum er dani, hevur verið til setanarsamrøðu, og hann er nú settur í starv, sigur Karsten Hansen.

 

Hann sigur, at hann byrjar í starvinum 1. juli, ella um tríggjar vikur, og sum vanligt, eru teir fyrstu tríggir mánaðirnar, ein royndartíð.