Nýggjur rúnarsteinur varð avdúkar í Hovi í dag. Tað hendi í samband við tiltakið Víkingadagar í Hovi, sum er afturvendandi tiltak.
Hovs Fornminnafelag reisir steinin til minnis um Havgrím og um heimsins elsta tingstað. Í steinin er millum annað rítað brot úr Føroyingasøgu: Hovgrímur (góði) var mikil blótmaður.
Í dag, Kristi Himmalferðardag, helt Hergeir Nielsen røðu, tá steinurin varð avdúkaður í fagrasta veðri seinnapartin.
Mynd: Hergeir Nielsen