Undir gudstænastuni í Havnar kirkju í dag klokkan 11 fer Uni Næs, dómpróstur, at skipa Steintóru Gleðisheygg Joensen í embætið sum nýggjur sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.
Umframt Havnar kirkju verður Steintóra eisini sóknarprestur í Nólsoyar kirkju.
Steintóra var prestvígd í 2021, tá ið hon gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir. Síðani tá hevur hon verið virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, nú sóknarprestarnir báðar tvær hava verið í hvør sínum barnsburðarfarloyvi.
Steintóra tók við embætinum 1. november.










