30-ára gamli miðverjin Mirza Mujčić hevur skrivað sáttmála við NSÍ. Hann avloysir Adi Terzic, sum er farin av landinum.
Mirza Mujčić hevur drúgvar royndir sum yrkisspælari. Hann hevur umboðað millum annað GAIS í Svøríki, Vikingur Ólafsvík í Íslandi, Olimpjia Ljubljana í Slovenia og FC Schaffhausen & Xamax Neuchatel í Sveis. Mirza hevur eisini umboða Svøríki á ungdómslandsliðum, har er hann skrásettur fyri 16 dystir á U19 landsliðnum.
- Mirza er tryggur á bóltinum og so er hann sterkur í nærdystum. Mirza sigur, at hann er spentur uppá avbjóðingina í Føroyum, og at hann kann tilføra bæði royndir og vinnaravilja til liðið, skrivar NSÍ.
- Mirza er ein ógvuliga royndur miðverji. Hann er uppaldur í akademinum hjá GAIS í Svøríki, har hann eisini spældi á besta liðnum hjá felagnum. Hann hevur spælt bæði í Norra og Íslandi, so hann kennir eina mentan, ið líkist tí føroysku, sigur Jens Wedeborg, venjari hjá NSÍ.
Tey seinastu fýra árini hevur Mirza Mujčić spælt í Sveis.
- Vit fáa ein sera royndan miðverja, sum vil spæla bóltin upp og sum er ein leiðaratýpa. Og so dugir hann at sparka við báðum beinunum. Tað gevur fleiri møguleikar í uppspælinum, sigur venjarin.
NSÍ liggur í løtuni á fjórða plássi í Betri deildini hjá monnum.