AB hevur í dag fingið tilgongd av einum nýggjum miðvallaraleikara.
Tróndur Jensen, sum seinasta hálva árið hevur spælt við ÍF Føroyum í Keypmannahavn, fer at spæla við AB, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. Hetta váttar Thomas Juul Thomsen, ítróttarstjóri í FC Argjum, fyri in.fo í kvøld.
Tróndur Jensen hevur annars bert umboðað barndómsfelagið HB í Føroyum áður, har hann spældi til seinasta kappingarár endaði.
22 ára gamli Tróndur Jensen er skrásettur fyri 4 U-21 landsdystir fyri Føroyar.