Nýggjur miðvallari í B68

Eftir miseydnað ár í barndómsfelagnum fer Magnus Holm Jacobsen nú at royna seg í B68, sum seinastu dagarnar hevur skrivað undir sáttmála við tveir miðvallarar

B36 hevur boðað frá, at Ragnar Samuelsen flytur úr B68 og av Svangaskarði og í Gundadal at spæla við barndómsfelagnum B36.

 

Leygarkvøldið boðar B68 frá, at ein annar miðvallari er á veg úr Gundadali og inn á Svangaskarð og til B68.

 

Talan er um Magnus Holm Jacobsen, sum í 2024 varð sáttmálabundin við HB. Har átti hann tó rættiliga avmarkaðan leiklut. Sambært FaroeSoccer var Magnus Holm Jacobsen undan summarsteðginum við í fýra landskappingardystum. Allar fýra ferðirnar var hann skiftur inn.

 

Nú fer 24 ára gamli Magnus Holm Jacobsen fyri fyrstu ferð at royna seg í B68 og á Svangaskarði.

 

Fríggjadagin boðaði B68 frá, at ein annar miðvallari hevur skrivað undir nýggjan sáttmála. Tað er Sebastian Lau Nielsen, sum síðani 2022 hevur spælt við B68. Sambært FaroeSoccer hevur hann spælt 73 landskappingardystir og skorað 11 mál í bestu landskappingini.