Nýggjur mennari

Vágs Kommuma hevur sett Edith M. Samuelsen í starv sum mennari.

 

Í desembur søkti Vágs Kommuna eftir einum mennara til kommununa. Tá freistin at søkja starvið var farin, høvdu átta fólk søkt.

 

Edith er nýútbúgvin – hon hevur lokið prógv í marknaðarførslubúskapi í januar 2025, og so er hon innan hetta handilslærd. Edith hevur drúgvar royndir frá vinnulívinum í Vági, har hon hevur staðið fyri handilsmiðstøðini Torgið.

 

Edith byrjaði í starvinum 3. februar, skrivar vagur.fo.