Tórshavnar Býráð samtykti á býráðsfundi í gjárkvøldið at selja SMS-samtakinum eitt grundstykki í Marknagili. Talan er um eitt grundstykki, ið liggur millum Marknagilsvegin og Janusargøtu, ella beint við innkoyringina til Marknagilsdepilin.
Niels Mortensen, stjóri í SMS, sigur, at ætlanin er at byggja ein handil á stykkinum.
- Enn er ikki avgerð tikin um, hvørt tað verður ein Bónushandil ella ein Mylna. Møguliga verður tað bæði, sigur Niels Mortensen.
Tá in.fo tosaði við Niels Mortensen, hevði hann enn ikki fingið tíðindini frá býráðnum, so ilt var at siga nakað heilt konkret um ætlanirnar.
- Vit hava ikki vitað, um vit fóru at fáa stykkið fyrr enn beint nú, so tíðarlinjan fyri bygging er ikki bygd enn, sigur Niels Mortensen.
P/F SMS hevur eisini keypt gamla goymslubygningin hjá P/F Valbjørn Dalsgarð undir Kongavarða, sum bygdi íbúðirnar og raðhúsini har. Niels Mortensen segði í novembur við in.fo, at ætlanin er at byggja ein Bónus handil har uppi, men at tað vóru langtíðarætlanir, og at byggingin ikki fór at byrja í bræði.
Óvist er enn, hvørja ávirkan nýggja keypið hevur á ætlanirnar undir Kongavarða, men okkurt bendir á, at handilin í Marknagili verður tann fyrri, ið verður bygdur av teimum báðum.
- Vit bíðað ikki leingi við at fara í gongd við at byggja, men sum sagt, enn er eingin tíðarlinja løgd, tí so stutt er liðið, síðani vit fingu tilsøgn um at keypa grundstykkið, sigur Niels Mortensen.
Vit einum nýggjum miðnámsdepli og nýggjum fólkaskúla, umframt at fólkatalið í økinum er alsamt vaksandi, skuldi verið eitt gott grundarlag fyri einum handli í økinum. Frammanundan er ein INN handil á Landavegnum, men hesin fer so at fáa kapping frá nýggja handilnum í Marknagili.