Nýggjur málverji til Klaksvíkar

Team Klaksvík hevur gjørt sáttmála við 23 ára gamlan bosniskan málverja

Formaðurin í Team Klaksvík, Kristian Andreasen, váttar fyri Norðlýsinum, at sáttmáli er gjørdur við Dragan Kondic, sum undan hesum hevur spælt í bestu bosnisku deildini. Har hevur hann spælt við meistaraliðnum, RK Bosna Sarajevo.

Í fjør var tað Eli Gærdum, sum vardi málið hjá Team Klaksvík, men hann er nú farin aftur til StÍF, har hann hevur sína hondbóltsuppaling, og tí varð neyðugt hjá klaksvíkingum at fáa sær nýggjan málverja.