Nýggjur málverji hevur skrivað undir við KÍ

Betri deildin menn: Markus Olsen Pettersen er nýggjur málverji í KÍ

KÍ boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Markus Olsen Pettersen. Norski málverjin skal avloysa Mathias Rosenørn, sum er farin til íslandskan fótbólt.

 

Tann seinni málverjin í røðini, eftir at Rói Mørk Hentze eisini hevur valt KÍ. Tískil valdur friður um málmanspostin. Markus Olsen Pettersen hevur spælt regluliga í ungdómslandsliðnum hjá Norra. Hann er uppvoksin í Brann Bergen, og hevur spælt 12 dystir á besta liðnum.

 

Magne Hoseth sigur við heimasíðuna hjá KÍ, at hann er fegin um, at Markus hevur valt KÍ, tí hann passar væl inn í leikskipanina og mátan KÍ vil spæla uppá, og lýsir Markus sum ein dugnaligan málverja, men sum eisini hevur góðar møguleikar at menna seg í Klaksvík.

 

Markus Olsen Pettersen kemur til landið í komandi viku.

 

Tá ið Magne varð spurdur um vit kunnu vænta meiri spælarar til hópin, svarar hann, at í løtuni eru Luc Kassi til royndarvenjing, ein annar leikari kemur eisini til royndarvenjing í komandi viku. Hóast hópurin er breiður og góður, so hyggja teir allatíð eftir møguleikanum at styrkja um hópin.