Nýggjur maður tekur sæti á Løgtingi

Kristin Michelsen hevur biðið um farloyvi

 

Í dag hevur vestmenningurin, Hilbert Elisson tikið sæti á Løgtingið í óasetta tíð.

 

Kristin Michelsen, sum var valdur á ting á listanum hjá Javnaðarflokkinum, hevur biðið um farloyvi frá tingarbeiðnum í óásetta tíð.

 

Sostatt skal næsti maður á javnaðarlistanum taka sæti á tingi og tað er Hilbert Elisson í Vestmanna, sum fekk 122 atkvøður á løgtingsvalinum 1. september.

 

Hetta er fyrstu ferð, hann tekur sæti á tingi.