Føroyski landsliðsmálverjin Gunnar Nielsen hevur í dag fingið ein nýggjan kappingarneyta í Motherwell.
Á heimasíðu felagsins, boðar Motherwell í dag frá, at felagið hevur leiga enska U-21 landsliðsmálverjan, George Long, frá Sheffield United úr Onglandi.
Felagið skrivar á heimasíðuni at George Long er heintaður til felagið fyri at taka kappingina upp við hinar málverjarnar, Dan Twardzik, Gunnar Nielsen og Ross Stewart.
At Motherwell hevur heinta ein nýggjan málverja inn, kundi møguliga bent á at Gunnar Nielsen kann vera á veg úr felagnum.
Gunnar hevur einans eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum, og hevur í hesum kappingarárinum ikki verið á vøllinum fyri Motherwell í skotsku Premier League.










