Nýggjur ítróttur fær fótin fastan í Føroyum

Nú eru trý feløg í Føroyum

Kurvabóltur er væl kend ítróttargrein uttanlands, men hetta hevur ongantíð fangað áhugan hjá føroyingum – fyrrenn nú.

 

Í gjár enn eitt felag stovnað, har endamálið er at spæla kurvabólt, og sostatt eru nú trý feløg í hesi ítróttargrein í Føroyum.

 

Nýggjasta felagið er úr Havn, og tað eitur Kurvabóltsfelagið Sporðdrekin og tað heldur til í skúlanum á Argjahamri. Frammanundan eru kurvabóltsfeløgini Hamar í Havn og Ravnur á Toftum.

 

Sporðdrekin hevur í løtuni bara manslið, men í framtíðini er ætlanin, at felagið eisini skal hava kvinnulið, umframt dreingja- og gentulið í øllum aldursbólkum.

 

Nú trý feløg eru í Føroyum ber til at kappast, og sostatt eru útlit fyri at styrkja landsliðið, sum fyri fyrstu ferð var við á oyggjaleikum í Jersey í ár.

 

Skipað verður fyri FM-kapping ímillum Hamar, Ravn og Sporðdrekan í vetur, men Sporðdrekin ætlar eisini at skipa fyri opnum kappingum, har øll kunnu vera við.  Hesar kappingarnar skulu eftir ætlan økja áhugan fyri kurvabólti í Føroyum.

 

Formaður í Sporðdrekanum er Magnus Jakobsen, og hann sigur, at føroyskur kurvabóltur nú hevur nógv størri møguleikar fyri menning.

 

- Trupulleikin hevur øll árini verið, at eingin skipað kapping hevur verið. Nú ber tað til, og vit vóna, at fleiri feløg fara at leggjast afturat kring landið, sigur formaðurin í nýggjasta kurvabóltsfelagnum í Føroyum.