Á heimasíðu sínari fegnast leiðslan í Kyndli um, at tey hava fingið nýggjan høvuðsstuðul.
- Felagsarbeiði snýr seg um stútt og støðugt at menna ungdómsliðini og kappast í fremstu røð við bestu liðunum. Til tess krevst at hava góðar stuðlar, og tað verður Bilasølan uttan iva, tí eldhugurin hjá fyritøkuni at stuðla felagnum er avgjørt til staðar. Vit eru takksom fyri at hava fingið Bilasøluna sum høvuðsstuðul hjá monnunum, sigur Uni Arge, formaður í Kyndli.
Sølustjórin á Bilasøluni, Tróndur Sigurðsson, heldur tað hava stóran týdning, at vinnufyritøkur eru við til at stuðla ítróttinum.
- Umráðandi er fyri okkum at stuðla ítróttini, sum jú hevur so sera stóran týdning fyri túsundtals fólk kring landið. Kyndil er eitt sera væl rikið felag, sum altíð strembar eftir at vinna, og hetta hevur týdning fyri okkum. Eisini fegnast vit um at stuðla einum felag, sum raðfestir ungdómsarbeiðið so høgt sum Kyndil, sigur Tróndur Sigurðsson.