Seinnapartin í dag var ein lítil samkoma í Grótbrotinum, sunnanfyri nýggja vinnuøkið undir Hamri, har Atli S. Justinussen, formaður í Havna- og vinnunevndini, segði nøkur orð. Síðan vísti Aksal Peteren, leiðari í Grótbrotinum, hvussu grótknúsarin verður nýttur og hvørjar hentleikar hann hevur.
Atli S. Justinussen geiður frá, at hann er sera spentur uppá, hvussu hetta nýggja amboðið kemur at roynast.
- Hetta er ein sera effektiv maskina, sum fer at veita eina munandi betri tænastu til vinnulívið, borgarar og kommunur í norðurøkinum. Somuleiðis er hetta ein grøn loysn, bæði tí at knúsarin er EL rikin og at vit framyvir fáa stutt flutt grót.
- Eg kann leggja afturat at í 2023, hevði kommunan ein kostna á 600.000 krónur í koyring av tilfari til Grótbrotið, so her et talan um eina sparing og eina effektivisering.
Hetta merkir samstundis, at virksemið hjá Grótbrotinum verður víðkað, við eisini at spreingja og útvega grót til grótknúsarin, nakað, sum Klaksvíkar kommunu ikki hevur gjørt í fleiri ár.











