Faldarin verður borin út til øll húsarhald í økinum hjá IRF hesa vikuna. Tú kanst eisini lesa faldaran her.
Hóast føroysk húsarhald enn ikki hava eins nógvar skiljimøguleikar við hús sum húsarhaldini í grannalondum okkara, kunnu nógv av okkum longu nú skilja nógv meira, enn vit gera í dag, og tí hevur IRF gjørt hendan faldaran.
Vit skulu endurvinna meira
Tað er sera týdningarmikið, at vit øll læra okkum at skilja okkara burturkast. Tess betur burturkastið verður skilt, tess meira fáa vit sent til endurvinningar heldur enn at brenna ella tyrva tað.
IRF hevur sett sær sum langtíðarmál, at í 2030 skal 50% av øllum burturkastinum endurvinnast. Í dag endurvinna vit á leið 30%, so tað er eitt framsøkið mál, men væl gjørligt, um borgarar, vinnulív og politikkarar lyfta uppgávuna í felag.
Ongan faldara fingið?
Um tú hevur klisturmerkið ”Ongar lýsingar – takk” á postkassanum, fært tú ikki prentaða faldaran frá IRF. Faldarin kann tó síggjast og prentast her.











