Nýggjur danskur nunnufilmur í Filmsfelagnum

Danski filmurin Den store stilhed, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin, er um 29 ára gomlu Almu, sum førir eitt stillført lív í einum nútímans katólskum kleystri. Beint fyri at hon skal geva tey ævigu lyftini sum nunna, kemur eldri beiggi hennara, Erik, púra óvæntaður á gátt. Hann vil hava hansara part av arvinum eftir pápan, sum er deyður. Vitjanin fær Almu at minnast aftur á eina døkka sorgarhending, sum hon í mong ár hevur gjørt alt fyri at halda loyniliga. Meðan Alma er um at missa fótafestið og trúnna á ein frelsandi Gud, nærkast hátíðardagurin, tá hon skal geva endaliga nunnulyftið í kleystrinum.

 

Hetta skrivar Filmsfelagið í tíðindaskrivi.

 

Í høvuðsleiklutinum sum Alma, síggja vit norsku Kristine Kujath Thorp, sum fyrr hevur verið við í fimum sum Ninjababy og Nordsøen. Mótleikari hennara er Elliott Crosset Hove, sum vit júst hava sæð í íslendska filminum Volaða land.

 

Den store stilhed er fyrsti filmur hjá donsku Katrine Brocks. Filmurin hevur fingið framúr ummæli, m.a. frá Christian Ditlev Jensen, sum í Ekko kallar leikstjóran gudagivnan, og sigur at: ”Katrine Brocks spillefilmdebuterer med en teologisk thriller, der med vilde overraskelser og mesterlige skuespilpræstationer kommer helt ned i de religiøse og etiske lag.”

 

Filmsfelagið 18/1 2023 kl 20:00 Den store stilhed (Katrine Brocks Danmark 2023 95 min)

 

Treylari: https://www.youtube.com/watch?v=-WO6zMxrr9o&t=1s&ab_channel=ScanboxEntertainmentDanmark

 

 

 

##med2##

 

##med3##