Tað var bara so dánt, at mexikanski borgarstjórin, Gisela Mota Ocampo, fekk sett seg í borgarstjórasessin í Temixco, so bleiv hon myrd. Ein bólkur av monnum breyt seg inn í heimið hjá 33 ára gomlu kvinnuni, skjeyt og drap hana. Hetta hendi minni enn eitt samdøgur eftir at hon var tikin í eið sum borgarstjóri.
Temixco, sum liggur skamt uttan fyri býin Cuernavaca sunnan fyri Mexico City, verður sagdur at vera nógv merktur av skipaðum kriminaliteti og handli við rúsevnum. Gisela Mota Ocampo, sum áður hevur sitið á tingið fyri vinstravongin í Mexiko, hevði lovað at tikið eina uppgerð við brotsmannaveldið, men tað kostaði henni eftir øllum at døma lívið, áðrenn hon so frægt sum var komin í gongd.
Eini tíggju máttmikil kartell hava tikið sær alsamt meira vald í Mexiko, og myndugleikarnir eru meira gjøgnumsúrgaðir av mutri og rotinskapi enn nakrantíð. Bara í fjør vaks talið á morðum í landinum upp í yvir 17.000, skrivar avísin Latin Correspondent.