Nýggjur bilur til salt og grevstur

- Nú skuldi gingið betri at salta, tí nú verða tríggir bilir tøkir til endamálið, siga tey í Sunda kommunu.

 

Sunda kommuna ognaði sær í gjár ein nýggjan bil til at salta og grava vegir við um veturin. Talan er um ein nýggjan Isuzu Crew Cab.

 

- Kommunan er stór, og nógvir vegir eru at fara um, men nú skuldi farið at gingið betri at salta, tí nú verða tríggir bilir tøkir til endamálið.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at nýggi bilurin, umframt at verða brúktur til at salta og grava við, eisini fer at verða brúktur til arbeiðið hjá umsjónarmonnunum.